Leygardagin verður møguleiki at síggja nýggja íslendska filmin “Missir” í Havnar Bio. Leikarar og framleiðarar verða til staðar. Ein partur av filminum gongur fyri seg í Føroyum.
Íslendski filmurin, “Missir”, ið hevur altjóða heitið “Epilogue”, byggir á skaldsøgu, sum Guðbergur Bergsson (1932-2023) skrivaði í 2010.
Í filminum hitta vit aldrandi mannin, sum just hevur mist konuna. Hann tvíheldur um urnuna, og úr henni rør hann øskuna í heita krússið og drekkur, til hann sær hana fyri sær. Nú enduruppliva tey minnir úr lívinum, tey hava havt saman, eisini úr Føroyum.
Saman við lívskáta grannanum, fylgja vit aldrandi einkjumanninum, ið leitar eftir nýggjari meining at verða til, meðan hann søkir sær troyst og ugga í teim minnisløtum, hann og konan høvdu saman. Í hesi lívsleitan rakar hann við sjáldsamar persónar, ein sjálvupptiknan doktara, ein smikursøtan mann, ið selur kistur, ein shamanistiskan yogalærara, duldarfullar nunnur, eina unga føroyska brúður, og ein lítlan hvítan hund, sum eitir Skuggi. Ferðin hjá gamla manninum er ein nemandi granskan í sorg, kærleika og menniskjansligum avbjóðingum.
Jón Hammer hevur verið framleiðsluleiðari fyri Truenorth Faroe Islands, tá umræður føroyska partin í filminum.
Høvuðsleikarar eru Þorsteinn Gunnarsson, Sigurður Sigurjónsson og Guðrun S. Gísladóttir. Leikstjóri er Ari Alexander Ergis Magnússon, og framleiðarar eru Oscartilnevndi Fríðrik Þór Fríðriksson og Guðrun Edda Þórhannesdóttir.
Þorsteinn Gunnarsson, høvuðsleikarin sigur soleiðis um leikstjóran í samrøðu við Morgunblaðið: „Eg hevði stórt álit á honum sum leikstjóra. Hann er sera hugflogsríkur og hevur eina greiða myndasjón. Ari legði veruliga nógv fyri at gera henda filmin, og kom ongantíð við bíligum loysnum. Missir er eitt sera vakurt listaverk.“
Filmsfelagið sýnir ”Missir” í upprunaversión, men við enskum undirteksti í Havnar Bio leygardagin 23. november kl. 17. Sýningin er almenn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald