Mentan

Íslendskur sopranur á fyrsta sinni konsert í Føroyum

Hlín Leifsdóttir syngur klassiskar, norðurlendskar sangir í Norðurlandahúsinum 27. mai, kl. 12.15

2026-05-24 13:19 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Áhoyrarnir kunnu gleða seg til vøkur verk úr norðurlendska sangarvinum eftir Sunleif Rasmussen, Jean Sibelius, Edvard Grieg og Jón Leifs, tá Hlín Leifsdóttir á fyrsta sinni vitjar í Føroyum.

Íslendski sopranurin er víðagitin fyri sínar inniligu tulkingar og sítt serliga úttrykk, ið ómakaleyst flytir seg millum klassiskan sang, nýmótans tónleik og spoken word. Við sær á pallin í Norðurlandahúsinum hevur hon viðurkenda íslendska klaverleikaran Evu Þyrí Hilmarsdóttir.

Á konsertini verða tvey nýggja spoken-word verk framførd, sum hava íblástur úr felags íslendska og føroyska mentanararvinum og sagnunum um Hrafna-Flóka og Ólafur Liljurós (fø. Ólavur riddararós).

Konsertin er ókeypis.

Norðurlandahúsið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder