Uttanlands

Ísrael: 40 latið lív og yvir 700 særd

Úr Gaza verður boðað frá, at í minsta lagi 160 palestinar hava latið lív í mótálopinum hjá Ísrael

Íbúðarbygningur í Tel Aviv, Ísrael (Mynd: EPA)

Íbúðarbygningur í Tel Aviv, Ísrael (Mynd: EPA)

2023-10-07 14:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Vit eru í kríggj, og vit fara at vinna. Soleiðis sigur ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu í sjónbandaupptøku, sum er løgd á sosiala miðilin X, fyrr kendur sum Twitter, eftir at Hamas-rørslan í morgun framdi álop á Ísrael.

– Okkara fíggindar koma at gjalda ein prís, sum tey ongantíð áður hava kent til, leggur hann afturat.

Sambært fleiri miðlum hava í minsta lagi 40 ísraelar latið lív, og 740 fólk eru særd. Keldur frá heilsumyndugleikunum í Gaza boða frá, sambært Al-Jazeera, at í minsta lagi 160 palestinar hava latið lív í ísraelska mótálopinum. Talið á særdum væntast at fara uppum 1.000.

Álopið á Ísrael er bert byrjanin, skrivar Hamas á Telegram sambært TV2.

Álopið byrjaði í Gaza, og fer tað at breiða seg til Vestara Áarbakka og til onnur lond eisini, sigur Hamas.

– Til eitthvørt stað, har fólk og tjóð okkara eru til staðar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder