Uttanlands

Ísrael: Ætla eisini at koppseta børn millum fimm og 11 ár

Í Ísrael búgva 9,4 milliónir fólk, og uml. 1,2 milliónir eru børn millum fimm og 11 ár

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-11-15 13:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ísrael ætlar nú eisini at koppseta børn í aldrinum fimm til 11 ár fyri koronu.

Ísraelska heilsumálaráðið boðaði í farnu viku frá, at ein serfrøðinganevnd hevði góðkent ætlanina, og sunnudagin søgdu myndugleikarnir at teir ein av komandi døgunum fara at koma við nærri kunning um, nær hetta kemur í gildi.

Talan er um koppingarevni hjá Pfizer/BioNTech. Børn í hesum aldursbólkinum fáa tó eina minni nøgd enn tey, ið eru 12 ár og eldri. Ein skamtur til børn millum fimm og 11 ár verður ein triðingur av tí, tey vaksnu fáa, skrivar Reuters.

Pfizer/BioNTech hevur boðað frá, at koppingarevni teirra, sambært royndunum, geva 90,7 prosent verju móti koronu hjá børnum millum fimm og 11 ár.

Í Ísrael búgva 9,4 milliónir fólk, og uml. 1,2 milliónir eru í aldrinum fimm til 11 ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder