Uttanlands

Ísrael bumbað mosku á Vestara áarbakka

Endamálið var at raka yvirgangsfólk, sum hildu til har, sigur ísraelski herurin – Í minsta lagi ein lat lív, meðan trý onnur vórðu særd í álopinum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-10-22 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ísraelski herurin boðar frá, at hann hevur bumbað Al-Ansar moskuna í Jenin á Vestara áarbakka.

Grundgevingin var, at yvirgangsfólk úr Islamisk Jihad og Hamas, sum hava framt fleiri yvirgangsatsóknir seinastu mánaðirnar, vóru í moskuni. Eisini segði herurin seg hava upplýsingar um, at hesi skjótt fóru at fremja nýggja atsókn.

Bólkurin, sum Ísrael fór eftir, helt til undir moskuni, skrivar Reuters.

Sambært palestinska Reyða Hálvmána, lat í minsta lagi ein palestini lív í álopinum, meðan trý onnur vórðu særd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder