Uttanlands

Ísrael bumbar býir í Libanon

Hendir eftir at Hizbollah hevur sent rakettir úr Libanon móti Ísrael

Sunnudagin var ein bygd har norðuri í Ísrael rakt av rakettum, skotnar úr Suðurlibanon

Sunnudagin var ein bygd har norðuri í Ísrael rakt av rakettum, skotnar úr Suðurlibanon

2024-02-14 15:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Herurin í Ísrael boðar í dag frá, at hann hevur framt fleiri álop móti grannalandinum Libanon. Boðini koma eftir at Hizbollah felagsskapurin hevur hótt við at víðkað stríðið, um Ísrael ger tað.

Ísraelski herurin greiðir ikki frá í smálutum hvat er farið fram, men váttar, at álop eru gjørd í Libanon við stríðsflogførum. Sambært libanesiskum miðlum eru tríggir býir raktir.

Loftálopini komu bert fáa tímar eftir, at norðari partur av Ísrael varð raktur av rakettum, skotnar úr Libanon. Sjey persónar skulu hava fingið skaða í álopunum.

Hizbollah hevur enn, sambært vesturlendskum keldum, ikki átikið ábyrgdina fyri rakettálopunum, men hernaðarligi felagsskapurin og Ísrael hava næstan dagliga skotið móti hvørøðrum síðan kríggið í Gaza byrjaði.

Dagsins hendingar skapa ótta fyri, at ófriðurin millum Ísrael og Hizbollað í Libanon nú skal vinda upp á seg.

Í gjár helt Hizbollah-leiðarin, Hassan Nasrallah eina røðu, har hann segði, at álopini úr sunnara Libanon verða støðgað so skjótt ein vápnahvíld er komin í lag.

Nasrallah ávaraði eisini um, at Hizbollah ikki fór at ivast í at herða kríggið, um Ísrael ger tað.

Markið millum Libanon og Ísrael er eitt av støðunum, har hugsast kann at ófriður kann breiða seg. Støðan við markið hevur verið spent síðan kríggið í Gaza byrjaði.

Síðan tá eru minst 243 fólk dripin í Libanon. Flestu teirra eru Hizbollað-herfólk, men eisini umleið 30 sivil hava ligið eftirá, verður sagt.

Ísraelsku megin hava níggju herfólk og seks sivil latið lív, boðar Ísrael frá.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder