Uttanlands

Ísrael dripið Hamas-leiðara í Libanon

Sambært Hamas lat Fateh Sherif Abu el-Amin lív í einum ísraelskum álopi í sunnara parti av Libanon

Beirut, Libanon (Mynd: EPA)

Beirut, Libanon (Mynd: EPA)

2024-09-30 11:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fateh Sherif Abu el-Amin, leiðari hjá hernaðarligu Hamas-rørsluni í Libanon, er dripin í einum ísraelskum álopi í sunnara parti av Libanon.

Tað boðar Hamas frá í morgun sambært tíðindastovuni Reuters.

Boðað verður eisini frá, at fleiri familjulimir hjá Fateh Sherif Abu el-Amin eisini lótu lív í álopinum.

Sambært Ritzau framgongur ikki í fráboðanini, nær hetta er hent.

Tað var Hamas, sum stóð aftanfyri álopið á Ísrael 7. oktober í fjør, og seinasta árið hevur kríggj verið í Gazageiranum.

Fríggjadagin varð leiðarin av libanesisku Hizbollah-rørsluni, Hassan Nasrallah dripin í einum ísraelskum loftálopi á høvuðsstaðin Beirut. Tað er ikki greitt, um Hamas-leiðarin eisini lat lív í hesum álopinum, ella um talan er um eitt nýtt álop.

Síðst í juli varð, Ismail Haniyeh, ovasti politiski leiðarin í Hamas, eisini dripin í iranska høvuðsstðanum Teheran. Sambært Hamas var tað Ísrael, sum stóð aftanfyri.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder