Uttanlands

Ísrael: Eingin streymur ella vatn til Gaza fyrr enn gíslar eru leyslatnir

Ísrael fer ikki at loyva streym ella vatnveiting til Gaza fyrr enn ísraelskir gíslar eru leyslatnir

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-10-12 10:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ísrael fer ikki at góðtaka at Gaza fær streym ella vatn fyrr enn ísraelsku gíslarnir, sum Hamas hevur tikið, verða leyslatnir.

Tað sigur ísraelski orkumálaráðharrin, Israel Katz á sosiala miðlumum X.

- Humaniter hjálp til Gaza? Eingin stikkkontakt ella vatnpumpa verður latin upp, og eingin bilur við brennievni sleppur inn fyrr enn ísraelsku gíslarnir eru komnir heim, sigur hann.

Mikudagin varð einasta orkuverk í Gaza-geiranum tikið úr nýtslu, tí einki brennievni var eftir, søgdu orkumyndugleikarnir í Gaza. Tað hendir eftir at Ísrael hevur avbyrgt Gaza fyri at svara álopinum aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder