Sambært avtaluni um vápnahvíld millum Ísrael og Hizbollah, skal Ísrael hava tikið herdeildir sínar úr Suðurlibanon áðrenn mánadagin 27. januar, men tað verður ikki gjørt, sigur skrivstovan hjá ísraelska forsætisráðharranum Benjamin Netanyahu.
Sambært avtaluni um vápnahvíld, sum fór í gildi 27. november 2024, skuldi Hizbollah taka síni fólk úr økinum sunnanfyri Litani-ánni, sum liggur umleið 30 kilometrar frá markinum til Ísrael, meðan Ísrael skuldi taka sínar herdeildir úr Suðurlibanon innan 60 dagar.
Men tað fer at taka longri tíð enn tað, sigur skrivstovan hjá Netanyahu, sum leggur afturat, sambært Ritzau, at libanesiski staturin ikki til fulnar hevur megnað at handhevja vápnahvíldina.
Hizbollah sigur, at einhvør seinking hjá Ísrael er eitt brot á avtaluna og kann ikki góðtakast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald