Uttanlands

Ísrael: Gera nú eina roynd við fjórða prikinum

Í fyrstu atløgu verður prikið bert givið 150 heilsustarvsfólkum fyri at kanna, hvussu prikið riggar, og um tað gevur meining at bjóða øllum borgarum hetta seinna booster-prikið fyri koronu

Ein kvinna verður koppsett í Ísrael (Savnsmynd)

Ein kvinna verður koppsett í Ísrael (Savnsmynd)

2021-12-27 08:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag fara tey í Ísrael í holt við at geva fjórða prikið fyri koronu.

Talan er í fyrstu atløgu um eina roynd, har 150 heilsustarvsfólk fáa fjórða prikið, upplýsir sjúkrahúsið Sheba Medical Center, ið liggur nærindis Tel Aviv.

Hendan royndin skal m.a. vísa, hvørt tað loysir seg at bjóða fólki fjórða prikið – seinna booster-prikið.

Ætlanin er at kanna, hvussu fjórða prikið riggar í mun til talið á andevnum, hvussu sjúkur ein gerst, og hvussu trygt tað er, skrivar Ritzau.

Týsdagin mælti ein serfrøðinganevnd hjá ísraelska heilsumálaráðnum annars til, at øll yvir 60 ár fáa tilboð um fjórða prik. Hetta, tí at stúrt verður fyri spjaðingini av nýggja omikron-frábrigdinum.

Enn er fjórða prikið tó ikki góðkent av ovastu embætisfólkunum í ísraelska heilsumálaráðnum, men forætisráðharrin, Naftali Bennett heldur tað vera eitt gott hugskot.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder