Uttanlands

Ísrael: Hava fingið fatur á líkunum av trimum gíslum

Talan er um líkini av tveimum kvinnum og einum manni, sum vórðu dripin av Hamas, eftir at tey vóru rýmd frá Supernova-festivalinum 7. oktober, sigur ísraelski herurin

(Mynd: Ritzau)

(Mynd: Ritzau)

2024-05-18 12:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ísraelski herurin hevur nú fingið fatur á líkunum av trimum gíslum, sum vórðu fluttir til Gaza eftir álopið hjá Hamas á Ísrael 7. oktober.

Mett verður, at umleið 1200 fólk lótu lív í álopinum, og at 250 gíslar vórðu tiknir.

Líkini, sum ísraelski herurin sigur seg hava fingið fatur á, eru av 22 ára gomlu týsk-ísraelsku kvinnuni Shani Louk, 28 ára gomlu kvinnuni Amit Buskila, og 56 ára gamla manninum Itzhak Gelerenter.

Tey trý rýmdu frá Supernova-festivalinum 7. oktober. Sambært ísraelska herinum rýmdu tey øll trý av festivaløkinum og komu til eitt bussteðgipláss uttan fyri ísraelska býnum Sderot nærindis Gazageiranum, áðrenn tey vórðu dripin av Hamas og flutt til Gaza.

Tað er ógreitt, hvussu nógvir aðrir gíslar eisini vórðu dripnir, áðrenn teir vórðu fluttir til Gaza, men ísraelskir myndugleikar meta, at nærum 100 gíslar enn eru á lívi í Gaza, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder