Uttanlands

Ísrael heldur áfram við álopinum á Rafah

Samstundis halda samráðingarnar um vápnahvíld fram

Hópur av fólki savnaðist í Tel Aviv í gjár við kravið um at teir umleið 130 gíslarnir í Gaza verða leyslatnir (Mynd: EPA)

Hópur av fólki savnaðist í Tel Aviv í gjár við kravið um at teir umleið 130 gíslarnir í Gaza verða leyslatnir (Mynd: EPA)

2024-05-07 07:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Krígsráðið í Ísrael hevur tikið avgerð um at halda fram við atsóknini í Rafah við tí endamáli at trýsta Hamas til at leyslata gíslar.

Tað segði forsætisráðharrin í Ísrael, Benjamin Netanyahu, í gjárkvøldið, sambært Reuters tíðindastovuni.

Ísraelska fráboðanin kom eftir, at palestinska Hamas rørslan boðaði frá, at hon hevði tikið avgerð um at taka undir við einum uppskoti um vápnahvíld í Gaza. Eitt uppskot, sum Katar og Egyptaland hava lagt fram.

Netanyahu segði, at uppskotið ikki livir upp til ísraelsku krøvini, men kortini sendir landið eina nevnd at samráðast um uppskotið.

Hóast hetta vóru hørð álop á palestinska býin, Rafah, í gjárkvøldið.

Ísraelski herurinn segði í eini fráboðan, at eitt málrættað álop móti Hamas var í gongd í eystara parti av Rafah.

Fleiri lond og felagsskapir hava annars ávarað Ísrael ímóti at fara inn í Rafah, har sagt verður at yvir ein millión fólk hava leitað sær skjól.

Kortini sendi Ísrael mánadagin boð til íbúgvar um at rýma úr býnum, tí eitt álop var á veg. Ætlanin var at flyta umleið 100.000 palestinar úr Rafah til tryggari økir.

Sambært Hvítu Húsunum tosaði amerikanski forsetin, Joe Biden, í gjár í okkurt um ein hálvan tíma við Benjamin Netanyahu í telefon.

Her segði Biden, sambært talsmanni hansara, at USA ikki stuðlar álopinum á Rafah.

USA heldur ikki, at Ísrael skal halda fram við ætlanunum um eina innrás so leingi landið ikki kann vísa á, hvussu tað kann tryggja tey fleiri hundratúsund sivilfólkini.

Sambært ísraelski stjórnini eru enn 132 gíslar eftir í Gaza, men ein stórur partur av hesum er mettur at hava latið lív. Knapt 100 verða hildin at vera á lívi. Gíslarnir vórðu tiknir til fanga, tá Hamas leyp á Ísrael 7. oktober í fjør, skrivar Ritzau tíðindastovan.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder