2021-11-28 09:50
Ísrael fer nú at lata landamørkini aftur fyri øllum útlendingum.
Orsøkin er nýggja Omikron-frábrigdið, sum varð funnið í Suðurafrika herfyri, og sum longu er komið til fleiri lond, m.a. Ísrael.
Ísraelski forsætisráðharrin, Naftali Bennett sigur, at forboðið skal vera galdandi í 14 dagar. Tað fer væntandi í gildi á midnátt.
Higartil er bert ein tilburður av Omikron-frábrigdinum staðfestur í Ísrael. Illgruni er tó um, at sjey onnur eisini eru smittað við nýggja frábrigdinum, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald