Uttanlands

Ísrael letur meira upp fyri koppsettum

Tey, sum eru liðugt koppsett, fáa eitt serligt atgongumerki, sum gevur teimum atgongd til eitt nú konsertir, venjingarmiðstøðir, og kirkjur – Ein fjórðingur av ísraelska fólkinum eru liðugt koppsett

Tel Aviv, Ísrael (Mynd: EPA)

Tel Aviv, Ísrael (Mynd: EPA)

2021-02-20 15:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Ísrael fáa fólk, sum eru liðugt koppsett, eitt sonevnt vaksinupass, sum gevur teimum møguleika at fara til eitt nú konsert, á venjingarmiðstøð, í svimjihøll, í kirkju, synagogu ella onnur støð, har tey kunnu praktisera sína trýgv.

Í mars mánað sleppa tey eisini á bar og á matstovu.

Tað hevur gingið skjótt at koppseta í Ísrael. Gott helvtin av fólkinum hava fingið fyrru koppseting, og meira enn ein fjórðingur eru liðugt koppsett.

Sunnudagin fær tann fjórðingurin av fólkinum eitt grønt atgongumerki, sum tey kunnu taka niður við einari app á fartelefonini.

Hesi kunnu fólk fáa útflýggjað eina viku eftir, at tey hava fingið seinnu koppseting. Sostatt sleppur tann parturin av fólkinum, sum er liðugt koppsettur at taka lut í nógv fleiri aktivitetum enn restin av fólkinum.

– Soleiðis sær fyrsta stigið út av ætlan okkara fyri at venda aftur til ein næstan vanligan gerandisdag, segði ísraelski heilsumálaráðharrin, Yuli Edelstein, tá hann legði ætlanina fram á tíðindafundi.

Tey, sum longu hava havt korona ella kunnu vísa á eina negativa kanning, sum ikki er meira enn 72 tímar gomul, fáa somu framíhjárættindi sum tey koppsettu, og tað eru góð tíðindi fyri tey ungu undir 16 ár, sum ikki kunnu verða koppsett, skrivar TV2.

Tó eru følsk atgongumerki longu í umferð á svarta marknaðinum. Tað er nevniliga ikki neyðugt við einari app, umvegis ísraelska heilsumálaráðið ber til at útskriva tað sjálvur, og tað verður av summum mett at verða ov lætt at falsa.

Sambært heilsumálaráðharranum, kann hetta verða revsað við fongsli, um mann verður tikin, men sum útgangsstøði gevur tað eina bót á tað, sum svarar til 10.000 krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder