Uttanlands

Ísrael lopið á 250 mál seinasta samdøgrið

Nógv fólk eru savnað í sunnara parti av Gazageiranum, og níggju av tíggju fáa ikki mat hvønn dag, sigur varastjórin hjá World Food Programme

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-12-10 12:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ísrael hevur framt álop á yvir 250 yvirgangsmál í Gaza seinasta samdøgrið.

Tað sigur ísraelski herurin í morgun sambært The Guardian.

Málini umfata m.a. vápnagoymslur, tunlar, og herstøðir hjá Hamas.

Sambært lokalu myndugleikunum í Gaza, eru í minsta lagi 17.700 palestinar dripnir, og fleiri enn 48.780 eru særdir síðan 7. oktober. Umframt hetta eru 7.780 persónar eisini saknaðir. Hetta talið er tó ikki váttað av óheftum keldum, skrivar bretski miðilin.

Sambært ST er neyðin stór í Gaza, har níggju av tíggju borgarum ikki fáa mat hvønn dag.

Carl Skau, varastjórin hjá ST-stovninum World Food Programme (WFP), sigur, at nógv fólk eru savnað í sunnara parti av Gazageiranum, har tey kasta seg yvir teir lastbilarnar, sum koma við neyðhjálp.

– Spurningurin er, hvussu leingi hetta kann halda fram, sigur hann sambært Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder