Uttanlands

Ísrael lopið á 400 mál í Gaza

Úr Gaza verður sagt, at 240 fólk eru dripin, síðan vápnahvíldin fór úr gildi fríggjamorgunin – Har eru framvegis 136 gíslar eftir í Gaza

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-12-02 13:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan vápnahvíldin millum Ísrael og Hamas endaði fríggjamorgunin, hevur ísrael framt álop á 400 mál í Gazageiranum, sigur ísraelski herurin.

Boðað hevur verið frá harðligum bardøgum í sunnara parti av geiranum í nátt, og stýrið í Gaza sigur, at 240 fólk eru dripin, síðan bardagarnir byrjaðu aftur í gjár.

Vápnahvíldin byrjaði fríggjadagin 24. november og skuldi tá vara í fýra dagar. 27. november, stutt áðrenn vápnahvíldin skuldi fara úr gildi, varð hon longd fyrst við tveimum døgum og síðani einum degi afturat, til fríggjamorgunin 1. desember.

Samráðingar um nýggja vápnahvíld hava verið í Katar í morgun. Har hava tey m.a. umrøtt møguleikan fyri at leyslata fleiri gíslar og fangar, men samráðingarnar komu ikki á mál, og ísraelska sendinevndin hevur nú fingið boð um at fara heimaftur, skrivar Times of Israel.

Sambært ísraelska miðlinum eru 105 gíslar leyslatnir úr Gaza seinastu vikuna, harav 81 ísraelar, 23 tailendskir ríksiborgarar, og ein filipinskur ríkisborgari.

Tá vápnahvíldin fór úr gildi vóru 136 gíslar eftir - harav 125 úr Ísrael og átta eru úr Tailandi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder