Uttanlands

Ísrael lopið á fleiri mál í Iran í nátt

Ísraelski herurin sigur seg hava lopið á "hernaðarlig mál" í Iran í nátt

Iranski høvuðsstaðurin, Teheran (Mynd: Reuters)

Iranski høvuðsstaðurin, Teheran (Mynd: Reuters)

2024-10-26 09:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ísrael hevur í nátt lopið á fleiri mál í Iran. Ísraelski herurin sigur, at tey hava framt álop móti "hernaðarligum málum".

Talan er um støð, har Iran hevur framleitt rakettir, sum landið seinasta árið hevur brúkt móti Ísrael.

Ísrael hevur fyrr hótt við at svara aftur, eftir at Iran 1. oktober skeyt rakettir móti Ísrael, og fyrr í vikuni segði ísraelski verjumálaráðharrin, at fíggindar koma at gjalda ein høgan prís fyri at royna at skaða Ísrael.

Sambært ísraelska herinum vóru stríðsflogfør brúkt í álopunum, sum vórðu framd í "trimum bylgjum".

Iran boðar frá, at tvey herfólk vórðu dripin í Ísraelskum álopum tíðliga í morgun. Keldur siga, sambært iransku tíðindastovuni Tasnim, at Iran er til reiðar at svara aftur.

Keldur siga eisini, at Ísrael frammanundan hevði kunnað USA um álopið.

Úr Hvítu Húsunum verður sagt, at álopini á Iran í nátt var sjálvverja, men undirstrikað verður, at USA ikki luttók í álopunum, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder