Uttanlands

Ísrael: Meira neyðhjálp til íbúgvar í Gaza

Komandi dagarnar sleppur meira neyðhjálp inn í Gaza, sigur talsfólk hjá ísraelska herinum

Daniel Hagari (Mynd: Getty Images)

Daniel Hagari (Mynd: Getty Images)

2024-04-29 10:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frá í dag sleppur meira neyðhjálp inn í Gaza, upplýsir Daniel Hagari, talsfólk hjá ísraelska herinum.

Hann sigur, at nøgdin av neyðhjálp er økt seinastu vikurnar, og komandi dagarnar verður hon økt uppaftur meira.

Talan er m.a. um meira heilivág, mat og vatn, men hvussu nógv talan er um, verður ikki upplýst, skrivar Ritzau.

M.a. ST og ES hava kallað støðuna í Gazageiranum, har umleið tvær milliónir fólk búgva, vanlukkuliga.

Uttanríkisstjórin hjá ES, Josep Borrell hevur lagt Ísrael undir at skapa hungusrsneyð og brúka svongd sum vápn. Hesum hevur Ísrael víst aftur.

Les eisini: Hjálpararbeiðið í Gaza tikið uppaftur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder