Um vikuskiftið hava nýggj mótmæli sett sín dám á Ísrael, eftir at palestinska Hamas-rørslan hevur almannakunngjørt eina videoupptøku av 19 ára gomlu ísraelsku herkvinnuni Liri Albag, sum verður hildin sum gísli í Gazageiranum.
Á videoupptøkuni heitir Liri EAbag á ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu um at gera meira fyri at fáa hana og restin av gíslunum heim.
Tað sama krevja túsundatals ísraelar, sum m.a. hava mótmælt í Tel Aviv og Jerusalem.
Samráðingarnar millum Ísrael og Hamas um vápnahvíld og leyslating av gíslum eru tiknar uppaftur í Katar, við meklarum úr USA og Egyptalandi.
Frá palestinsku síðuni verður sagt, at Hamas ynskir at gera eina avtalu skjótast gjørligt. Tað er tó ikki greitt, hvussu langt partarnir eru frá hvørjum øðrum.
Niðanfyri síggjast nakrar myndir frá EPA av mótmælinum í Tel Aviv leygarkvøldið:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald