Ísraelski forsetin, Isaac Herzog boðaði í gjár frá, at hann fór at peika á fyrrverandi forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu sum sostatt skal royna at skipa komandi stjórnina hjá landinum.
Netanyahu er longu tann longst sitandi forsætisráðharrin, sum Ísrael hevur havt. Hann sat fyrst í forsætisráðharrasessinum í árunum 1996 til 1999, og síðani frá 2009 til 2021, og nú kann hann gera enn eitt comeback.
Sambært CNN fer Herzog forseti formliga at koma við einari fráboðan um, at hann peikar á Netanyahu í morgin.
Herzog hevur spurt allar limir í tjóðartinginum, Knesset, og 64 av teimum 120 tinglimunum siga, at teir peika á Netanyahu, meðan 28 siga seg peika á Yair Lapid, ið er forsætisráðharri í løtuni. Talið á tinglimum, sum ikki peikaðu á nakran var eisini 28.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald