Ísrael og Hamas blivu í nátt samd um at hava vápnahvíld og steðgað álopunum, sum um vikuskiftið hava kravt í minsta lagi 23 mannalív í Gaza-greinanum.
Vápnahvíldin tók við í nátt kl. 04:30 lokala tíð, sum er 02:30 føroyska tíð. Tað er ein palestinskur embætismaður, sum hevur fortalt eini sjónvarpsrás hjá Hamas um avtaluna. Enn hava ísraelar ikki váttað tíðindini.
Stríðið um vikuskiftið byrjaði sambært TV2 tá skotið varð eftir tveimum ísraelskum hermonnum. Sunnudagin lótu 19 palestinar lív í einum loftálopi hjá Ísrael. Átta teirra vóru limir í Hamas ella Islamisk Jihad.
Tíðindafólkið hjá TV2 í Beirut sigur, at fólk búgva øgiliga tætt í Gaza, og at vápnaðu styrkirnar hjá Palestina goyma seg og sína útgerð millum sivil. Tí hava fleiri sivil latið lív hóast at rakettirnar hjá Ísraelum eru sera neyvar.
Millum teirra í lat lív var Hamed Ahmed al-Khodary, sum er ein av leiðandi persónunum í Hamas.
Harumframt hava 4 sivilir ísraelar latið lív eftir at Hamas skeyt rakettir inn í Suðurísrael. Hetta er fyrstu ferð í fimm ár, at ísraelar hava latið lív í stríðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald