Uttanlands

Ísrael: Ovasti leiðarin í Hizbollah deyður

Ísraelski herurin sigur seg hava dripið Hassan Nasrallah, sum hevur verið ovasti leiaðari í felagsskapinum síðan 1992

Hassan Nasrallah (Mynd: EPA)

Hassan Nasrallah (Mynd: EPA)

2024-09-28 10:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ísraelski herurin boðar frá, at Hassan Nasrallah, sum hevur verið ovasti leiðari í Hizbollah-felagsskapinum síðan 1992, varð dripin í einum ísraelskum loftálopi fríggjadagin.

Álopið var rættað móti høvuðssætinum hjá Hizbollah í sunnara parti av Beirut, høvuðsstaðnum í Libanon.

Sambært DR hevur Hizbollah ikki alment váttað hesi tíðindi, men ein dulnevnd kelda, sum stendur felagsskapinum nær, sigur við tíðindastovuna AFP, at mann misti sambandið við Nasrallah fríggjakvøldið.

Ísraelski herurin boðar eisini frá, at hann í einum øðrum loftálopi í nátt hevur dripið Ahmad Muhammad Fahd, leiðara fyri deildina hjá felagsskapinum Hamas í sunnara parti av Sýria.

Sambært ísraelska herinum hevði Fahd ábyrgdina av álopum á herfólk, og "legði hann ætlanir um enn eitt yvirgangsálop", verður sagt sambært Ritzau.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder