2023-10-09 10:21
Ísrael sigur seg nú hava fingið tamarhald á støðuni í økinum nærindis Gazageiranum, og at bardagar ikki longur eru inni í landinum. Tó verður ávarað um, at fólk frá Hamas framvegis kunnu vera í økinum.
Samstundis verður arbeitt við at flyta fólk úr býunum, sum liggja nærindis markið til Gazageiran.
Sambært The Times of Israel eru fólk flutt úr 15 av 24 býum við markið higartil.
Í morgun varð boðað frá, at deyðstalið í Gaza nú er komið upp á 493, og at 2.300 eru særd. Ísraelski herurin sigur seg tó hava dripið hundraðtals fleiri palestinar á ísraelskum øki.
Í nátt varð boðað frá, at uml. 700 fólk høvdu latið lív í Ísrael.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald