Uttanlands

Ísrael: Yvir 600 latið lív seinasta samdøgrið

Palestinsku heilsumyndugleikarnir siga, at 313 palestinar hava latið lív í ísraelsku álopunum, meðan Ísrael boðar frá, at í minsta lagi 300 ísraelar hava latið lív

Gaza býur (Mynd: EPA)

Gaza býur (Mynd: EPA)

2023-10-08 09:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bardagarnar millum Ísrael og Hamas halda fram, og í nátt hevur Ísrael bumbað fleiri støð í Gaza-geiranum, har Hamas sigst at halda til, sigur ísraelski herurin.

Sambært palestinsku heilsumyndugleikunum, hava 313 palestinar latið lív í ísraelsku mótálopunum seinasta samdøgrið, og harafturat eru 1.990 fólk særd. Ísraelski herurin sigur seg tó hava dripið fleiri enn 400 palestinar, skrivar The Times of Israel.

Úr Ísrael verður boðað frá, at í minsta lagi 300 ísraelar hava latið lív, og 1.864 eru særdir, skrivar BBC.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder