Uttanlands

Ísrael: Yvir 700 herfólk latið lív seinasta árið

Í dag er eitt ár síðan álopið hjá Hamas á Ísrael 7. oktober 2023 – Kríggið í Gaza hevur havt við sær umfatandi oyðileggingar, og túsundatals fólk hava latið lív

Avvarðandi minnast tey, sum lótu lív á Supernova tónleikafestivalinum 7. oktober í fjør. 365 festivalgestir lótu lív í álopinum hjá Hamas (Mynd: EPA)

Avvarðandi minnast tey, sum lótu lív á Supernova tónleikafestivalinum 7. oktober í fjør. 365 festivalgestir lótu lív í álopinum hjá Hamas (Mynd: EPA)

2024-10-07 09:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag er eitt ár síðan álopið hjá Hamas á Ísrael, har umleið 1200 fólk lótu lív og 251 fólk vórðu tikin til gísla og fluttir til Gaza.

Ísraelska stjórnin sigur, at hetta álopið er "deyðiligasta álopið á jødar síðan Holocaust".

Síðan hevur kríggj verið millum Ísrael og Hamas í Gaza, og sambært ísraelska herinum hevur Ísrael bumbað 40.300 mál hetta seinasta árið.

Upplýst verður eisini, at 728 ísraelsk herfólk hava latið lív í krígnum síðan 7. oktober í fjør. Hetta talið fevnir um herfólk, hvørs nøvn ísraelski herurin hevur fingið loyvi at almannakunngera. Av teimum lótu 380 lív 7. oktober í fjør, meðan 346 hava latið lív inni í Gaza. Eisini vórðu 4.576 herfólk særd, skrivar Times of Israel.

Kríggið í Gaza hevur elvt til umfatandi oyðileggingar, og túsundatals palestinar hava latið lív. Sambært heilsumálaráðnum í Gaza, sum er stýrt av Hamas, hava 41.877 palestinar latið lív í álopunum.

Men tað er ikki bara Hamas, sum Ísrael stríðist við. Sambært Ísraelska herinum eru 13.200 rakettir skotnar móti Ísrael úr Gaza seinasta árið, 12.400 eru skotnar úr Libanon, 60 úr Sýria, 180 úr Jemen, og 400 úr Iran.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder