Hvørki landsstýrið ella samgongan hava tikið støðu til, hvar føroyska sendistovan í Ísrael skal vera. Í samgonguskjalinum stendur bara Ísrael og hvørki Tel Aviv ella Jerusalem, og tað er tilvitað.
Soleiðis sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, nú donskir miðlar og politikarar eru á gosi eftir at Jenis av Rana í donskum miðlum hevur sagt, at føroyska sendistovan verður í Jerusalem, og at orsøkin til hesa avgerðina er átrúnaðarlig.
Løgmaður tosaði við Árna Gregersen á FM1 fyri løtu síðani, og her vísti hann á, at spurningurin um sendistovuna í Ísrael als onga viðgerð hevur fingið enn.
Eftir tað, sum er komið fram í donskum miðlum, er nú størri tørvur á at fáa tikið eina avgerð í hesum máli, og tí ætlar løgmaður at fáa viðgjørt spurningin so skjótt sum Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkismálum er aftur í Føroyum.
Spurningurin um hvar sendistovan skal vera, er politiskt eldfimt, tí tað er ein spurningur um at góðtaka, at Ísrael hevur flutt høguðsstaðin til Jerusalem, sum er ein sundurbýttur býur millum ísraelar og palestinar.
Donald Trump hevur gjørt av at flyta amerikansku sendistovuna til Jerusalem, men hesum hava evropeisku londini ikki tikið undir við.
Les eisini: Jenis: Nú kann Mette Frederiksen prógva, at hon meinti tað
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald