Uttanlands

Ísraelska stjórnin góðkent avtalu um vápnahvíld

Vápnahvíldin fer eftir ætlan í gildi sunnudagin

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu (Mynd: EPA)

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu (Mynd: EPA)

2025-01-18 10:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin góðkendi ísraelska stjórnin avtaluna við Hamas um vápnahvíld í Gaza og leyslating av gíslum, boðar skrivstovan hjá ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu frá.

Avtalan um vápnahvíld kemur eftir ætlan í gildi í morgin, sunnudagin 19. januar.

Ísraelska stjórnin fundaðis tí gjár í yvir seks tímar um avtaluna, áðrenn hon endiliga varð góðkend. Sambært fleiri miðlum atkvøddu 24 ráðharrar fyri avtaluni, meðan átta atkvøddu ímóti.

Avtalan, sum varð kunngjørd fyrr í vikuni, hevur m.a. við sær, at bardagarnir í Gaza skulu steðgast, og at Ísrael skal taka herdeildir sínar aftur. Samstundis verða umleið helvtina av teimum gíslunum í Gaza, sum framvegis verða mettir av vera á lívi, leyslatnir, og tað sama verða fleiri hundrað palestinskar fangar í ísraelskum fongslum.

Sambært Ritzau verða 33 ísraelskir gíslar leyslatnir í fyrsta umfari. Millum teir eru bæði kvinnur, menn og børn. Ísrael fer afturfyri at leyslata allar palestinskar kvinnur umframt børn og ung undir 19 ár. Ísraelska løgmálaráðið hevur almannakunngjørt ein lista við 95 palestinskum fangum, sum eftir ætlan verða leyslatnir sunnudagin.

Kríggið millum Hamas og Ísrael byrjaði við álopinum hjá Hamas á Ísrael 7. oktober 2023. Tað var undir hesum álopinum, at umleið 250 fólk vórðu tiknir til gísla.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder