Uttanlands

Ísraelski forsætisráðharrin á søguligari vitjan í Sameindu Arabisku Emirátunum

Endamálið við vitjanini er at styrkja sambandið millum ísrael og Golf-londini, og hetta er fyrstu ferð, at ein ísraelskur leiðari vitjar Emirátini

Ísraelski forsætisráðharrin, Naftali Bennett og Abdullah bin Zaey, uttanríkismálaráðharri í Sameindu Arabisku Emirátunum (Mynd: EPA)

Ísraelski forsætisráðharrin, Naftali Bennett og Abdullah bin Zaey, uttanríkismálaráðharri í Sameindu Arabisku Emirátunum (Mynd: EPA)

2021-12-13 08:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár kom ísraelski forsætisráðharrin, Naftali Bennett til Sameindu Arabisku Emirátini.

Talan er um eina søguliga vitjan, tí ongantíð áður hevur ein ísraelskur politiskur leiðari vitjað Emirátini.

Naftali Bennett sigur, at hann var væl móttikin, og fegnast hann um at vera har vegna ísraelska fólkið.

Eftir ætlan skal hann í dag hitta Mohammed bin zayed al-Nahyan, krúnprinsur í Abu Dhabi, sum í roynd og veru er leiðari í Emirátinum. Endamálið við vitjanini er at styrkja sambandið millum ísrael og Golf-londini.

Ísrael og Emirátini hava longu gjørt fleiri avtalur um samstarv innan handil, heilsu og orku. Í august í fjør vóru Sameindu Arabisku Emirátini eisini tað fyrsta av fýra londum, sum gjørdu eina avtalu um at normalisera sambandið við Ísrael. Hini londini vóru Bahrain, Sudan og Marokko.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder