Uttanlands

Ísraelski herurin: Fýra gíslar bjargaðir úr Gaza

Gíslarnir vórðu bjargaðir tíðliga í morgun, og heilsustøðan hjá teimum er góð, sigur ísraelski herurin

21 ára gamli Almog Meir Jan er ein av gíslunum, sum varð bjargaður í dag (Mynd: Reuters)

21 ára gamli Almog Meir Jan er ein av gíslunum, sum varð bjargaður í dag (Mynd: Reuters)

2024-06-08 13:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ísraelski herurin hevur funnið og bjargað fýra gíslum, sum enn eru á lívi, úr Gaza.

Tað upplýsir herurin sambært ísraelskum miðlum.

Talan er um tríggjar menn og eina kvinnu, sum hava verið í Gaza, síðan álopið á ísrael 7. oktober, tá uml. 250 gíslar vórðu tiknir.

Gíslarnir vórðu bjargaðir tíðliga í morgun nærindis Nuseirat-flóttafólkaleguni miðskeiðis í Gaza. Sagt verður, at heilsustøðan hjá gíslunum er góð. Teir eru fluttir á sjúkrahús til nærri kanningar, skrivar Washington Post.

Undir bjargingini av hesum fýra gíslunum framdi ísraelski herurin eisini loftálop á tvey mál hjá Hamas. Í hesum sambandi hevur Hamas boðað frá fleiri deyðum og særdum, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder