Uttanlands

Ísraelski herurin ger innanhýsis kanning av álopum í Gaza

Nevndin, sum skal kanna 16 álop í Gazageiranum millum 21. oktober og 2. november, hevur fingið fráboðanir um nærum 2.000 hendingar, síðan kríggið millum Ísrael og Hamas byrjaði

Khan Younis, Gaza (Mynd: EPA)

Khan Younis, Gaza (Mynd: EPA)

2024-11-16 14:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ísraelski herurin kannar framferðina hjá ísraelskum herfólkum undir í minsta lagi 16 ymiskum álopum, sum eru framd í Gazageiranum í tíðarskeiðnum 21. oktober til 2. november.

Talan er m.a. um loftálop á íbúðarbygningar og skúlabygningar, har burturriknir palestinar hava leitað sær skjól.

Sambært palestinsku heilsumyndugleikunum hava nógv sivilfólk latið lív í hesum álopunum.

Kanningarnar verða gjørdar av einari hernevnd, sum sambært ísraelska herinum er óheft.

Sambært ísraelska miðlinum Haaretz er illgruni um, at ógvuslig valdsnýtsla hevur verið nýtt í øllum álopunum. Endamálið við innanhýsis kanningini er at steðga kravinum um altjóða kanningar av møguligum krígsbrotsverkum.

Sambært Ritzau hevur herurin ikki upplýst, um kanningarnar higartil hava fingið nakrar revsirættarligar avleiðingar.

Nevndin, sum skal kanna álopini í Gazageiranum, hevur fingið fráboðanir um nærum 2.000 hendingar, síðan kríggið millum Ísrael og Hamas byrjaði fyri einum góðum ári síðani.

Sambært uppgerð hjá palestinsku heilsumyndugleikunum, sum Hamas hevur ræði yvir, hava 43.700 fólk latið lív í ísraelskum álopum í Gaza síðan oktober 2023, harav meginparturin eru sivilfólk. Hesi tølini eru tó ikki váttað frá aðrari síðu.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder