Amichai Eliyahu, ráðharri við ábyrgd av mentanararvi í Ísrael, er sendur heim í óásetta tíð, eftir at hann í einari útvarpssamrøðu hevur sagt, at tað er ein møguleiki at nýta kjarnorkuvápn í Gazageiranum.
Sambært ísraleski forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu, er talan um eina veruleikafjara viðmerking, og leggur hann afturat, at Ísrael og ísraelski herurin "arbeiða samsvarandi við hægstu standardum í altjóða lóg".
Yair Lapid, leiðarin av andstøðuni í ísraelska tinginum, hevur heitt á stjórnina um at koyra Eliyahu frá. Ísraelski verjumálaráðharrin, Yoav Gallant, skrivar eisini á X, sambært DR, at tað er "gott at hesi fólkini ikki hava ábrygdina fyri trygdini hjá Ísrael".
Í útvarpssamrøðuni sunnudagin segði Eliyahu m.a., at hann helt, at tað var eitt mistak at lata neyðhjálp inn í Gaza, og tá hann varð spurdur, um mann kundi blaka eina kjarnorkubumbu inn í Gaza, svaraði hann, at "tað var ein av møguleikunum".
Amichai Eliyahu hevur síðani skrivað á X, at viðmerking hansara var metaforisk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald