Í dag skulu ísraelar á val at velja tjóðartingið, Knesset, av nýggjum.
Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, stendur sambært veljarakanningunum at vinna sítt fjórða val á rað, og kann sostatt gera hann til tann forsætisráðharrin, sum hevur sitið longst í søgu landsins.
69 ára gamli stjórnarleiðarin fær tó harða kapping frá avbjóðaranum, sambært veljarakanningunum.
Talan er um Benny Gantz, sum stendur á odda í eini samgongu av mið-vinstra-flokkum, kallað bláhvíta samgongan. Mett verður, at tey bláhvítu kunnu fáa eins nógvar atkvøður og Likud-flokkurin hjá Netanyahu, skrivar AFP.
Gantz hevur, eins og Netanyahu, eina fortíð í landsins verju. Tað er bert fýra ár síðan, at hann var ovasti fyri ísraelska herin, og hann reypar opið um síni avrik móti palestinskum herdeildum í krígnum í 2014.
Men í øðrum spurningum roynir hann at skilja seg frá konservativa forsætisráðharranum við at vera miðsøkjandi, skrivar Ritzau.
Benny Gantz lovar eittnú, at hann kann sameina eitt spjatt ísraelsfólk, og berja niður mutur í landinum. Hervið sipar hann til ákærurnar um mutur og snýt, sum í løtuni hótta forsætisráðharran.
Her beint undan valinum hevur Netanyahu fingið hjálp í stríðnum at endurvinna valdið. Hósdagin fekk hann handað eina kistu við líkinum av einum hermanni, ið hevur verið saknaður síðan ein bardaga í Libanon í 1982.
Líkið av Zachary Baumel varð funnið av russiskum herdeildum, og handað á einum fundi millum Netanyahu og russiska forsetan, Vladimir Putin.
At fáa deyðar hermenn heim úr útlondum er eitt mál av stórum týdningi í Ísrael, so hendingin kann verða lýst sum ein stórur sigur fyri sitandi forsætisráðharran.
Leygardagin boðaði hann eisini frá, at hann fer at innlima jødiskar búsetingar á hertikna Vestara Áarbakka í Ísrael um hann vinnur valið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald