Issehoved, sum varð leigaður til Føroyar fyri stuttum og fyrst og fremst røkti siglingarleiðina millum Havnina og Nólsoy, hevur seinastu tíðina rikið siglingarleiðina millum Århus og Samsø í Danmark. Men so verður ikki longur, tí at fergan fekk motortrupulleikar sunnudagin, og kann ikki sigla longur.
Eigarin, Hans Froholdt, skrivaði á Facebook í gjárkvøldið, at fergan ikki verður klár aftur til sigling fyrrenn í byrjanini av september. Men hon fer heldur ikki í sigling millum Århus og Samsø tá.
- Tíverri halda vit ikki, at vit kunnu finna fígging til at hava skipið siglandi sum eitt privat virksemi á Samsø-rutuni í teimum køldu mánaðunum, og tí mugu vit boða frá, at rutan verður lukkað, skrivar Hans Froholdt á Facebook.
Les eisini: Ein stimitúrur við Issehoved
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald