Eitt ferðafólkaflogfar fór útav flogbreytini, tá tað skuldi lenda í Istanbul í dag.
Sambært tyrkiska samferðslumálaráðharranum, Mehmet Cahit Turhan, fekk flogfarið stóran skaða, men eingin hevur latið lív.
177 fólk umframt manningin, sum taldi seks fólk, vóru umborð á flogfarinum, og í minsta lagið 52 teirra hava fingið skaða og eru tey sostatt flutt á sjúkrahús.
Sambært TV2, var flogfarið, sum kom úr Izmir, av slagnum Boeing 737.
Sabiha Airport, har hendingin fór fram, er stongd í løtuni, og eru bjargingarfólk send á staðið.
Flogfarið átti Pegasus Airlines, og er hetta ikki fyrstu ferð, at eitt flogfar hjá hesum felagnum fer útav flogbreytini. Tað sama hendi á Trabzon Airport í 2018.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald