Uttanlands

Italia: Lægsta talið á andlátum síðan 2. mars

Í gjár vórðu bert 24 andlát skrásett í sambandi við korona – Í løtuni eru gott 21.000 fólk smittað í landinum

Ferðafólk ganga við maskum í italska býnum Venesia (Mynd: EPA)

Ferðafólk ganga við maskum í italska býnum Venesia (Mynd: EPA)

2020-06-22 09:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin vórðu 24 andlát skrásett í sambandi við koronasmittuni í Italia, boða landsins heilsumyndugleikar frá.

Tað er lægsta talið á andlátum síðan 2. mars, har 18 andlát vórðu skrásett.

Sambært uppgerð hjá worldometers.info eru 34.634 fólk nú deyð við koronasmittuni í Italia, ið hevur staðfest 238.499 smittutilburðir tilsamans, eftir at 224 tilburðir vórðu lagdir afturat í gjár.

Tað var í februar at fyrsti tilburðurin varð staðfestur í Italia, sum einaferð var tað landið, ið var harðast rakt av smittuni.

Meginparturin av teimum, ið hava fingið staðfest smittuna í Italia, eru vorðin frísk aftur, og í løtuni eru gott 21.000 fólk smittað.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder