Uttanlands

Italia: Milliónir verða koyrd í sóttarhald

Talan er um ógvusligasta tiltakið móti corona uttan fyri Kina

Italski forsætisráðharrin á tíðindafundi í nátt (Mynd: EPA)

Italski forsætisráðharrin á tíðindafundi í nátt (Mynd: EPA)

2020-03-08 13:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Gott 16 mió. fólk í Italia verða nú koyrd í sóttarhald. Hetta er ógvusligasta tiltakið, sum er framt orsakað av coronaútbrotinum uttan fyri Kina.

Fleiri tiltøk verða sett í verk, sum hava við sær, at 14 landspartar í Norðuritalia, m.a. Lombardia og Veneto, verða avbyrgdir, og verða mió. av italienarum sostatt koyrdir í sóttarhald.

Hetta rakar m.a. stórbýir sum Milano og Venesia.

Tað upplýsti italski forsætisráðharrin Giuseppe Conte í nátt sambært TV2.

– Endamálið er at verja heilsuna hjá borgaranum. Vit eru klár yvir, at tað kann spjaða ótta, men tíðin er komin til at taka ábyrgd, sigur forsætisráðharrin.

Millum tiltøkini, sum verða sett í verk er eitt forboð móti at ferðast til og úr avbyrgdu økjunum. Eisini verður kravt at søvn, venjingarmiðstøðir o.a. lata aftur, umframt at talið á starvsfólkum á heilsuøkinum verður økt. Hetta verður m.a. gjørt við at fáa pensjónerað starvsfólk aftur til arbeiðis.

Italia er tað landið í Evropa, sum er harðast rakt av coronaútbrotinum. Har hava 5.883 fólk higartil vorðin smittaði. 589 eru vorðin frísk aftur, og 233 hava latið lív.

Seinasta samdøgrið eru 1.200 nýggir tilburðir skrásettir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder