Uttanlands

Italia revsar Airbnb

Hevur lagt hald á næstan seks milliardir krónur

Milano - ein av nógvum ferðafólkabýum í Italia (Mynd: Visualhunt)

Milano - ein av nógvum ferðafólkabýum í Italia (Mynd: Visualhunt)

2023-11-07 09:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan í Italia legði í gjár hald á 779 milliónir evrur frá netútleigaraportalinum Airbnb, skrivar AFP tíðindastovan. Upphæddin svarar til umleið 5,8 milliardir krónur.

Hetta varð gjørt eftir boðum frá ákæranum í stórbýnum Milano, sum hevur ákært Airbnb fyri ikki at hava krvt skatt fyri vinning frá útleigarum í tíðarskeiðinum millum 2017 og 2021.

Airbnb hevur ikki kravt tey 21 prosentini, ið eru kravt fyri allar stutttíðarleigur, stendur í ákæruni.

Frá Airbnb verður sagt, at tey eru “bilsin og vónsvikin” yvir ákærurnar. Har verður sagt, at fyritøkan hevur verið í samráðingum við italskar myndugleikar síðan í summar fyri at loysa trætuna.

- Vit eru sannførd um, at vit hava virkað í tráð við lógina, verður sagt í eini fráboðan frá Airbnb.

Airbnb hevur verið til síðan 2007 og hevur yvir sjey milliónir leigumál skrásett. Yvir 1,5 milliardir fólk hava roynt tænastuna.

Seinastu árini hava fleiri stórir ferðafólkabýir sett avmarkingar í gildi fyri Airbnb, tí hesin háttur at leiga út ávirkar íbúðamarknaðin. Eitt nú hava býir sum Firenze, London, Amsterdam og New York sett avmarkingar í gildi.

ES-dómstólurin, CJEU, loyvdi í fjør limalondunum í ES at seta í gildi serligan skatt fyri slíka stutttíðarleigu.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder