Uttanlands

Italia setir útigongubann í gildi um náttina

Nýggju koronareglurnar koma í gildi í annaðkvøld

Stórbýurin Milano er serliga hart raktur av korona í løtuni (Mynd: EPA)

Stórbýurin Milano er serliga hart raktur av korona í løtuni (Mynd: EPA)

2020-11-04 10:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Italski forsætisráðharrin, Guiseppe Conte, hevur skrivað undir eina løgskipan, sum setir í veri útigongubann í gildi frá í annaðkvøld. Hetta er fyri at støðga koronasmittuni, skrivar AFP.

Fleiri italskir miðlar skriva, at Conte seinni í dag fer at kunngera staklutirnar í nýggju fyriskipanunum, har ætlanin eisini er, at handilsmiðstøðir skulu steingja.

Í Italia vóru í gjár 353 tilburðir av fólki, ið lótu lív við koronavirus – hægsta deyðstalið síðan 6. mai. Yvir 28.000 nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir, munandi meira enn mánadagin, tá tað vóru gott 22.000 nýggir tilburðir.

Sambært Reuters er talan um at banna fólki at vera úti millum klokkan 22 og 05 um morgunin. Harumframt skulu søvn og framsýningarhøli steingjast. Fyriskipanin verður galdandi í ein mánaða – fram til 3. desember.

Ítróttarhallir, biografar og sjónleikahús eru longu stongd í Italia. Barrir, skeinkistøð, matstøð og flestu handlar fáa eisini boð um at lata aftur. Í løtuni hava handlar loyvi til at halda opið til klokkan 18.

Lombardia har norðuri í Italia, har Milano er høvuðsbýur, er harðast rakt í løtuni. Har vóru næstan 7.000 nýggir smittutilburðir í gjár.

Stjórnin hjá Conte roynir at sleppa undan at steingja alt landið niður eins og í vár fyri at búskapurin ikki skal taka skaða.

Í farna mánaði góðkendi stjórnin hjá Conte ein hjálparpakka til vinnulívið á 5,4 milliardir evrur, yvir 40 milliardir krónur. Ein nýggjur pakki á 1,5 milliardir evrur liggur væntandi klárur í hesi vikuni, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder