Mentan

Italsk matstova letur upp í Skeiva pakkhúsi

- Kjarnin verður einfaldar, italskar pastarættir, og prísirnir verða eisini nakað lægri enn á fleiri øðrum matstovum hjá Gist & Vist, sigur Johannes Jensen, stjóri

Johannes Jensen, stjóri í Gist & Vist (Savnsmynd)

Johannes Jensen, stjóri í Gist & Vist (Savnsmynd)

2019-05-12 13:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er minni enn eitt ár síðani, at Leif Sørensen saman við øðrum lat upp nýggja matstovu í Skeiva pakkhúsi í høvuðsstaðnum. Men Gist & Vist hevur nú yvirtikið gamla pakkhúsið og fer at hava italska matstovu har.

Nýggja matstovan kemur eins og undanfarna at eita "Skeiva Pakkhús", og hon letur upp í morgin, mánadagin 13. mai.

- Vit ynskja at hava eitt italskt konsept, og tað merkir, at alt, vín og matur, er italskt ella inspirerað av Italia, segði Johannes Jensen, stjóri í Gist & Vist í Vikuskiftissendingini hjá Kringvarpinum.

Talan er ikki um enn eitt vanligt pizzeria, segði hann. Á matskránni verður m.a. pasta, og seinni kemur pitsa eisini, men nógvir aðrir rættir vera eisini.

- Kjarnin verður einfaldar, italskar pastarættir, og prísirnir verða eisini nakað lægri enn á øðrum matarstøðum hjá okkum, segði Johannes Jensen.

Eitt, sum er serligt við hesari matstovuni er, at hon fer at hava opið longri leygarkvøld enn aðrar matstovur hjá felagnum. Køkurin fer at hava opið heilt til á midnátt, greiðir stjórin í Gist & Vist frá. Eisini er ætlanin at hava tónleik hesi kvøldini.

Annars er ikki langt síðani, at Gist & Vist lat upp matstovuna The Tarv, og felagið yvirtók eisini Smyrjibreyðsbúðina í Havn herfyri og lat upp matstovuna Bitin í sama staði. Eisini kemur kioskin hjá Astu aftur a Vaglið at standa í næstum, so felagið hevur gjørt nógvar stórar íløgur í seinastuni.

Johannes Jensen sigur, at tað væl er pláss fyri meira vøkstri, tí í Føroyum eru enn færri matstovur pr. høvd enn í eitt nú Keypmannahavn.

Til ber at hoyra innslagið her.

(Dagføring 14. mai: Eftir ætlan letur matstovan upp mikudagin 15. mai)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder