
Spanska løgreglan hevur handtikið Domenico Paviglianiti, ein av leiðarunum í heimsins størsta mafia-felagsskapi, Ndrangheta, skriva italskir miðlar.
Paviglianiti var fyrr kendur sum “bossur bossanna”, varð handtikin í Madrid við følskum portugisiskum passi, seks telefonum og 6.000 túsum evrum.
- Leiðarin av calabriska ‘Ndrangheta’ er handtikin í Madrid. Hann er ein av mest eftirlýstum flóttum úr Italia, skrivar spanska løgreglan á Twitter.
Hildið verður, at Domenico Paviglianiti hevur havt ein leiklut í 140 drápum umframt øðrum mafia-brotsverkum. Hann er fyrr dømdur fongsul í lívstíð, men var í 2019 av órøttum leyslatin. Talan var um ein roknifeil í italsku rættarskipanini, skrivar dr.dk.
Agentes de la @policia han detenido en #Madrid al máximo responsable de la Ndrangueta calabresa
— Policía Nacional (@policia) August 5, 2021
Han intervenido:
Documentación portuguesa falsa
6 teléfonos móviles
Casi 6.000€ en efectivo
Es considerado uno de los prófugos más buscados de #Italia pic.twitter.com/di47ZHSd2F
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald