Innanlands

Ítrótt á politiska breddan

ÍSF bjóðar flokkunum á Ítróttating hóskvøldið

Frá setanini av oyggjaleikunum í Gibraltar (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Frá setanini av oyggjaleikunum í Gibraltar (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-08-27 10:09 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í samband við løgtingsvalið hevur ÍSF bjóðað politisku flokkunum á Ítróttating hóskvøldið í Sjónleikarhúsinum í Havn.

Á Ítróttatinginum ynskir ÍSF, at politsku flokkarnar geva sítt boð uppá evni, sum:
- Hvussu vit fáa fleiri at íðka
- Samfelagsgagn av ítróttinum
- Hvussu vit skipa úrvalsítróttin í Føroyum á bestan hátt
- Hvussu vit fáa játtanina til ÍSF tíðarhóskandi

Politisku flokkarnir hava boðað frá, at fylgjandi persónar luttaka á Ítróttatinginum:
Fólkaflokkurin, Annika Olsen
Sambandsflokkurin, Kaj Leo Holm Johannesen
Javnaðarflokkurin, Djóni Nolsøe Joensen
Tjóðveldi, Heidi Lava Elgeirsdóttir
Sjálvstýri, Jens Heri Bolstad Mortensen
Framsókn, Poul Michelsen
Miðflokkurin, Rani Andrasson Skaalum
Framtakið, Høgni Joensen
Føroyaflokkurin. Av tí at flokkurin luttekur í andglettinum í sjónvarpinum sama tíðspunkt, liggur ikki fyri at senda umboð til ítróttatingið.

Ítróttatingið er alment, og orðstýrari verður Leivur Frederiksen. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder