Innanlands

Ítróttarhøllin við Streymin handað Sunda kommunu

Høllin, sum er bygd føst í nýggja Skúlan við Streymin er fyrsta ítróttahøll nakrantíð í Sunda kommunu – Hon verður klár at taka í nýtslu eftir ársskiftið

Mynd: Sunda kommuna

Mynd: Sunda kommuna

2020-12-12 13:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð ítróttahøllin við Streymin handað Sunda kommunu.

Listin verður nú sett upp í høllini og smávegis snøklar verða gjørdir, og síðani er hon klár at taka í nýtslu eftir árskiftið.

Talan er um fyrstu ítróttahøll nakrantíð í Sunda kommunu. Høllin er bygd føst í nýggja Skúlan við Streymin og er ein av flottastu hallum í landinum. Hon er lýkur øll mát tá talan er um hondbólt og flogbólt, skrivar kommunan.

Pláss er fyri 350 sitandi áskoðarum; umframt tað kann hon rúma størri tiltøkum. Høllin hevur góð ljóðviðurskifti og egnar seg sostatt væl til framførslur av ymsum slag.

– Vónandi verða borgarar og ítróttafeløg glað fyri nýggju ítróttahøllina við Streymin og fara at brúka hana dúgliga. Hetta má sigast at vera ein sera góð jólagáva, skrivar kommunan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder