Innanlands

Ivan Niclasen gevst sum stjóri men heldur fram í KvF

Stjórin í Kringvarpinum seinastu seks árini fer aftur í starv sum programmfólk. Stýrið hevur gjørt fráfaringaravtalu við Ivan Niclasen

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-12-12 22:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað hevur verið nakað av ruðulleika um frákoyrda stjóran í Kringvarpi Føroya, Ivan Niclasen, men nú hevur kringvarpsstýrið gjørt fráfaringaravtalu við Ivan Niclassen.

Ivan Niclasen verður næstu mánaðirnar ráðgevi hjá leiðsluni á stovninum, og fer síðani aftur í starv sum programmfólk, haðani hann hevur verið í farloyvi.

Tað var síðst í november, at málið kom fram, at ein borgari var sloppin undan at rinda kringvarpsgjald. Hetta hóast kringvarpslógin sigur, at øll sum eru 24 ár ella eldri og eru skattskyldug í Føroyum, skulu rinda kringvarpsgjald.

Hetta førdi til at kringvarpsstýrið koyrdi Ivan Niclasen til hús.

--

Tíðindaskriv frá kringvarpsstýrinum er soljóðandi:

Kringvarpsstýrið gjørdi í dag eina avtalu við Ivan Niclasen um, at hann fer úr stjórasessinum í Kringvarpi Føroya. Ivan Niclasen verður komandi mánaðirnar ráðgevi hjá leiðsluni á stovninum, og fer síðani aftur í starv sum programmfólk, haðani hann hevur verið í farloyvi.

Kringvarpsstýrið hevur havt eitt gott samstarv við Ivan Niclasen seinastu árini. Hetta var orsøkin til, at stýrið í 2023 longdi sáttmálan við Ivan Niclasen við tveimum árum. Tí harmaðust allir stýrislimirnir stórliga um málið um frítøku av kringvarpsgjaldi, sum kom undan kavi síðst í november. Eftir at hava sett seg væl inn í málið, gjørdi stýrið av at enda samstarvið við kringvarpsstjóran. Nú er fráfaringaravtala gjørd, sum báðir partar eru væl nøgdir við.

Stýrið tók eina avgerð, sum fyrst og fremst tekur hædd fyri kringvarpslógini, har tað stendur, at øll, sum hava fylt 24 ár og sum eru skattskyldug í Føroyum, skulu rinda kringvarpsgjald. Stýrið hevur til uppgávu vegna politisku skipanina at tryggja, at Kringvarpið heldur kringvarpslógina. Avgerðin var eisini tikin við atliti at føroyska kringvarpsgjaldaranum, trúvirðinum og virkisførinum hjá stovninum og fyri at seta fordømi fyri, at tað í framtíðini ikki skal bera til at hótta seg til at sleppa frá at rinda kringvarpsgjald.

Sama dag sum málið kom fram, tann 27. november 2024, gav stýrisformaðurin boð um, at avgerðin um at frítaka viðkomandi borgara fyri kringvarpsgjald, skuldi ógildast. Boð vóru send til Taks um hetta alt fyri eitt.

Starvsfólkini í Kringvarpinum missa Ivan Niclasen sum stjóra, men tey fáa hann aftur sum starvsfelaga. Ivan Niclasen hevur nógv ár á baki, fyrst í Sjónvarpi Føroya frá 1992 og seinni í samanlagda stovninum Kringvarpi Føroya, har hann hevur virkað sum stjóri frá 2018. Ivan Niclasen verður til taks sum ráðgevi hjá komandi kringvarpsleiðslu, sum uttan iva fær stóran ágóða av hesum.

Kringvarpsstýrið vil við hesum takka Ivani Niclasen fyri samstarvið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder