Innanlands

Ivasamt um Arnfinn á Birtuni er valbærur til løgtingið

Verður Arnfinn á Birtuni valdur inn á ting, er møguleiki fyri at hansara valbærið skal umrøðast. Orsøkin er, at hann hevur fingið ein dóm seinastu fimm árini

Arnfinn á Birtuni (Mynd: Sverri Egholm)

Arnfinn á Birtuni (Mynd: Sverri Egholm)

2019-08-23 18:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í sendingini “Tingið” í útvarpinum seinnapartin kom fram, at Arnfinn á Birtuni, ein av oddamonnunum fyri Framtakið, møguliga ikki er valbærur.

Hann er dømdur fimm mánaðir fongsul innanfyri fimm tey seinastu árini. Hann varð dømdur fyri at vera við til at smugla kannabis til Føroya.

Arnfinn sat tríggjar mánaðir av dóminum. Skuldi Arnfinn á Birtuni verið valdur á ting, skal løgtingið taka støðu til hansara valbærið.

Stýriskipanin sigur soleiðis: “Tann, ið dømdur er fyri revsiverda gerð, verður ikki óverdugur til tingsess, uttan so, at hann fær fongsulsdóm í 4 mánaðir ella longri, ella trygdarvarðhaldsdóm”.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder