- Tað er ikki ein stór grind, møguliga eini 15 hval. Eg veit ikki endaliga enn, um hon verður hildin til.
Hetta segði Jacob Vestergaard við Portalin beint fyri klokkan 16.
Sýslumaður í Norðoya- og Eysturoyar sýslu hevði tá ikki hoyrt aftur frá teimum, sum hava sæð ella verið hjá grindini.
Hon varð funnin á Árnafjarðarvík stutt eftir klokkan 15.
- Tað verður myrkt um ein tíma, so vit mugu bera skjótt at. Um vit halda henni til, so verður tað í Hvannasundi, segði Tórur Simonsen, grindaformaður í Hvannasundi, fyri løtu síðani.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald