Innanlands

Ivasom um triðja prikið

Ein góður helmingur fer at taka av tilboðnum um triðja prik ímóti koronu, men 23 prosent takka nei og 20 prosent siga seg ikki vita. Fleiri enn 6.000 brúkarar svaraðu spurningi á Portalinum í gjár

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-10-18 06:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hóast næstan 70 prosent hava fingið tvey prik av koronukoppseting í Føroyum, so er okkurt sum bendir á, at ikki øll ætla sær eitt triðja prik, tá tað verður bjóðað føroyingum.

Í gjár bar til hjá brúkarum á Portalinum at svara, um tey ætla at taka av tilboðnum um triðja prik ímóti koronu. 57 prosent svaraðu at tey fóru at taka ímóti tilboðnum og 23 prosent svara, at tey fara at siga nei takk.

Hinvegin eru tað heili 20 prosent sum siga seg ikki vita.

6.359 brúkarar svaraðu teir tímarnar, atkvøðugreiðslan lá úti seinnapartin í gjár og nakað út á kvøldið.


Í Danmark boðaðu myndugleikarnir frá í síðstu viku, at allir danir fáa møguleikan at fáa triðja prikið seks mánaðir og 14 dagar aftaná annað prik. 

Higartil eru tað 159 fólk í Føroyum, sum hava fingið trý prik.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder