Innanlands

Ivasom vallutøka á Hálsi

Klokkan 19 høvdu 9.392 fólk greitt atkvøðu á størsta valstaði í landinum. Hetta svarar til 69,7 prosent, ið er trý og eitt hálvt prosentstig lægri enn um somu tíð í 2019

Klokkan 20 verða valstøðini latin aftur. Tað hava ikki verið eins nógv fólk á vali á Hálsi higartil, sum vanligt hevur verið (Savnsmynd)

Klokkan 20 verða valstøðini latin aftur. Tað hava ikki verið eins nógv fólk á vali á Hálsi higartil, sum vanligt hevur verið (Savnsmynd)

2022-12-08 19:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Valstøðini lata aftur um eina løtu, og spurningurin er, um vallutøkan á landsins størsta valstaðið fer at koma upp á sama støði sum til undanfarin ár.

Lutfalsliga fá fólk hava atkvøtt gjøgnum seinnapartin, og tølini hava ikki bara verið lægri enn til seinasta val, ið var ein leygardag, men eisini enn til dømis í 2015 og 2011. 

Seinastu tímarnir hevur gingið betri, men tá klokkan var 19 høvdu undir 70 prosent av teimum 13.182, ið hava valrætt har í dag atkvøtt. Talan er um 69,7 prosent, ið svarar til 9,392 fólk. 

Í 2019 var talið 9.487 (73,2 prosent), og tá høvdu færri fólk valrætt. Tað var gamaní leygardagur í 2019.

Tá vit vóru í Høllini á Hálsi fyri umleið tjúgu minuttum síðani, vóru hvørki langar bíðirøðir ella heilt nógvir bilar, men spurningurin er, um vallutøkan kemur upp umleið 88,6 prosent, ið hon var har tá.

175 færri brævatkvøður eru til størsta valstað í landinum hesuferð.

Umleið 80 fólk eru til arbeiðis í Høllini á Hálsi í løtuni í samband við valið, og har vænta tey, at liðugt verður at telja upp um midnáttarleitið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder