Mentan

Ivast ikki í, at Koks fær triðju stjørnuna

13. september fer Michelin aftur at heiðra heimsins bestu matstovum

Bent Christensen (t.h.) á eini vitjan á Koks í 2018 (Savnsmynd)

Bent Christensen (t.h.) á eini vitjan á Koks í 2018 (Savnsmynd)

2021-08-23 17:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Møguleikin er til staðar fyri, at fremsta føroyska matstovan, Koks frammi við Gjónna, fær ta triðju stjørnuna frá Guide Michelin í ár.

Tað heldur í hvussu so er Bent Christensen, sum má metast at vera ein tann, sum hevur fingurin tættast at pulsinum á hesum økinum í Danmark.

Nú Michelin 13. september skal kunngera stjørnurnar fyri 2021, hevur Bent Christensen gjørt sínar metingar fyri møguleikarnar hjá donskum matstovum at fáa ella missa stjørnur í hesum serliga vegleiðarabóklingi, ið hevur so nógv at týða fyri tær fínastu matstovurnar í heiminum.

Hetta snýr seg um donsku matstovurnar, og Koks verður ikki viðgjørd her, men fær bert eina heilsan í endanum:

“Sluttelig tillykke til Koks som Årets internationale ***sensation. Går jeg ud fra”, skrivar Bent Christensen.

Ikki tí at hetta er nakað nýtt – Bent Christensen hevur fyrr sagt og skrivað, at føroyska matstovan hevur triðju stjørnuna uppiborna.

Hendir hetta, so er tað ein sensasjón av teimum heilt stóru. Tað eru bert 132 matstovur í øllum heiminum, sum hava tríggjar stjørnur hjá Michelin, og bara tvær eru í Norðurlondum. Tær eru Geranium í Keypmannahavn og Frantzén í Stockholm. Noreg hevur eisini havt eina 3-stjørnaða matstovu, Maaemo, men hon misti sínar stjørnur í sambandi við flyting.

[object Object]

80 ár og still going strong
Bent Christensen hevur síðan 1978 givið út eina líknandi guide yvir matstovur í Danmark, Den danske Spiseguide, og í hesum sambandi hevur hann eisini á hvørjum ári heiðra matstovum, kokkum og øðrum persónligheitum innan vinnuna í Danmark við eini “ársins”-heiðursløn.

Í ár verða líknandi heiðurslønir eisini latnar føroysku matstovuvinnuni. Tað hendir við ein serligan galladøgurða á matstovuni Húsagarður á Hotel Brandan í november.

Sigast má, at tað var Bent Christensen fyri at takka, at útheimurin fekk eyguni upp fyri føroyskum mati, føroyskum matstovum, og serliga matstovuni Koks, sum tá helt til á Hotel Føroyum.

Bent Christensen gav út eina bók um Koks á sínum egna forlagi Booksforcooks, og átti eisini sín leiklut í, at Koks í 2015 varð vald til ársins matstovu í Norðurlondum.

Hósdagin fyllir Bent Christensen 80 ár, men tað heldur honum ikki aftur. Ryktini siga, at hann í komandi viku kemur til Føroya at royna føroyskar matstovur og fyri at fyrireika tiltakið “Faroe Best”-tiltakið í november. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder