"Ferðaleiðari - ískoytisvinna ella livibreyð’ er heitið á fyrilestri, ið Visit Runavík skipar fyri í næstum.
Hetta er fimti fyrilesturin um íverksetan innan ferðavinnu. Íverksetan hevur verið á breddanum í rúma tíð í Runavík, og undirtøkan hevur verið sera góð.
Sum íverkseti innan ferðavinnu eru fleiri spurningar, ið stinga seg upp. Ein nokk so týðandi spurningur er hvussu títt tilboð ella tænasta kann vera øðrvísi enn hjá øðrum. Hesaferð verður sjóneykan sett á at gerast ferðaleiðari og spurningarnir, sum vit venda, eru m.a.: Hvussu skal tilgongdin vera? Er neyðugt við útbúgving ella eru persónligar søgur úr bygdini frá einum lokalum fullgóðar?
Astrid Tórsdóttir Johannesen, ferðaleiðari og útlærd á skúlanum í Vestmanna, Jóanis Erik Køtlum, røktingarmaður í Funningi og Poul Johannes Reyná, bóndi í Elduvík, hava øll royndir sum ferðaleiðarar.
Tey hava ymiskar tilgongdir til starvið, men hjá øllum er tó talan um eina ískoytisvinnu, tí tey hava ikki starvið sum ferðaleiðarar sum sítt livibreyð.
Hetta kvøldið fara tey at greiða frá sínum royndum. Harumframt fer Magnus Gaard, rektari á Miðnámi í Vestmanna, at greiða frá hvussu undirvísingin á ferðavinnuskeiðnum bæði er teoretiskt og praktiskt skipað.
Fyrilestrarnir vera á Bókasavninum við Løkin í Runavík mánakvøldið 18. mars klokkan 19-21, og eru ókeypis.
Runavíkar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald