Innanlands

Íverksetaradagur fyri 14. ferð

Ársins íverksetaradagur verður í dag í klingruni hjá Føroya Tele. Tiltakið byrjar klokkan 14

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-09-23 11:19 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Meðan sjóneykan í dag verður sett á føroyska filmsframleiðslu, so verður eisini Ársins Íverkseti kosin, til stóra íverksetaratiltakið í dag. Hetta er 14.ferð at heiðurin verður latin.

Heiðurin verður latin til einstakling ella fyritøku, ið hevur víst serligt dirvi, áræði og nýhugsan, seinasta árið.

Íverksetarahúsið hevur fingið fleiri sera áhugaverd uppskot inn til Ársins Íverkseta. Spennandi verður tí at vita, hvør tað verður, sum fær heiðurin Ársins Íverkseti 2022.

Hetta vita um 17 tíðina í dag.

Seinastu árini hevur Íverksetarahúsið valt at seta sjóneykuna á eitt serligt øki, innan føroyska vinnu ella framleiðslu. Í ár er onki undantak, tá sjóneykan verður sett á føroyska filmsframleiðslu.

Serliga hetta seinasta árið, hevur júst filmur og føroysk filmsframleiðsla, verið nógv frammi. Fyrsta við fyrstu føroysku sendirøðini, TROM, sum gjørdist til veruleika. Umframt at framleiðslan og annað kring filmin fylti nógv her heima í Føroyum, so hevur sendirøðin eisini gjørt vart við seg uttanlands. Altjóða filmsverkætlanir sum James Bond og billýsingar, eru framleiddar í Føroyum. Og so hevur onnur føroysk filmsframleiðsla, eisini gjørt seg galdandi.

Í 2018 var Filmshúsið varð sett á stovn, við tí endamálið at fremja og geva íblástur til eina føroyska filmsvinnu, umframt at promovera Føroyar, sum eitt tiltalandi films- og sjónvarpsstað.

Føroyska filmsvinnan tykist hava fingið luft undir veingirnar – ella hevur hon nú tað?

Hvar er føroyska filmsvinnan í dag, hvat skal til fyri at luft undir veingirnar verður til eitt veruligt flog? Og hvønn ágóða fær føroysk filmsframleiðsla og Føroyar, tá altjóða filmsverkætlanir verða gjørdar í Føroyum?

Hetta er nakað av tí, sum verður viðgjørt, tá sjóneykan í dag verður sett á føroyska filmsframleiðslu.

Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, Magnus Rasmussen, setir dagin kl.14.00. Eftir hetta koma Tina Wagner, leiðari í Filmshúsinum, Jón Hammer, filmsframleiðari og Pætur M. Dahl, filmsframleiðari at hugleiða um teirra royndir og tær avbjóðingar, ið tey síggja fyri sær, eru fyri føroyska filmsframleiðslu.

Gestarøðari í ár verður Peter Aalbæk Jensen, sum hevur drúgvar royndir við at samantvinna filmslistina og vinnuna. Í áratíggju hevur hann, serliga í samstarvi við Lars von Trier, megnað at skapt ein vinnuveg úr filmslistini. Á tann hátt hava teir slóðað fyri eini danskari filmsvinnu í heimsklassa.

Ársins Íverksetaradagur verður í klingruni hjá Føroya Tele. Tiltakið byrjar klokkan 14. Enn er møguleiki at ogna sær atgonumerki á atgongumerki.fo.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder